Gongutúrur 9 sep. 2006

Bussur
Leygarmorgunin helt eg, at eg vildi út ein frískan túr í haganum. So eg fór við bussinum kl. 9.55 úr Havnini til Kirkjubøar.

Fyrst til Gomlu Rætt
Bussurin koyrir fyrst til Gomlu Rætt, har skipið siglir til Skopunar, áðrenn bussurin fer til Kirkjubøar.

Steðgistað
Eitt hóskandi stað at steðga er við eitt rulluportur.

Ein talva við kunning
Beint har stendur ein talva við kunning um økið.

Portrett
Tað er tíð uppá at fara.

Brekka
Tá man hyggur niðan, so sæst ein gøta, man kann ganga eftir.

Gøta 1 Gøta 2
Tað er ikki lætt at síggja gøtuna, men hon er har.

Varðar
Har eru varðar.

Portur
Eitt portur er longur uppi.

Tjúkt í mjørka
Tá eg hugdi oman, so var tað vorið tjúkt í mjørka.

Kumpass
Tað er gott at hava eina kumpass í mjørka.

Innstilla leiðina
Fyrst innstillar tú leiðina. Eg visti at kósin skuldi vera 20° fyri at koma til Havnar.

Halt kumpassina rætt
Tá kósin er sett, heldur tú kumpassina, so at tann reyði ringurin er inni í tí bláa ringinum. So er bara at ganga beint framm. Tað var mjørki umleið ein hálvan tíma. Hendan myndin er tikin aftaná mjørkan var horvin.

Enn mjørki
Men tað er enn mjørki.

Ein tjørn
Ein lítil tjørn í mjørkanum.

Klárnar
Nú byrjar at gerast klárt aftur.

Suður
Kveita suðureftir.

Ein á
Ein á.

Steinar
Nógvir steinar.

Ein tjørn afturat
Ein tjørn afturat.

Tórshavn nærkast
Nú nærkast Havnin.

Argir
Komin til Argir kl. 12.31.

Gongutúr Kirkjubø til Argir
Eina tíð seinni havi eg so gjørt hendan túrin í minsta lagi tvær ferðir afturat við einum GPS-tóli. Her er eitt kort yvir báðar teinarnar, tá eg havi gingið við einum GPS-tóli. Tá tað er langt millum prikkarnar, so merki tað, at eg koyrdi í bussi.