Um ein hevur eina mynd sum kanska er ov ljós, ov myrk ella ov grá, so ber lætt til at broyta myndina. Arbeiðshátturin er sera einfaldur.
Vit hava hesa mynd:
Her má uttan iva gerast okkurt. Eg nýti forritið GraphicConverter til Macintosh til hetta. Men tað finnast nógv onnur góð forrit til tað endamálið, eitt nú GIMP (ókeypis) og Photoshop.
Forritið skal hava funktiónina Levels, sum í summum forritum eitur Niveauer, sum m.a. skapar hesa myndina:
Man tager… Tann tríkanturin sum er í høgru síðu, dragsar tú móti vinstru til høgrakantin av fjallinum. Hesin høgrakantur av fjallinum samsvarar við tann ljósasta littónan í myndini, sum er nokk so gráur. Tann mittasti tríkanturin verður lýstur longur niðri.
Soleiðis. Hetta merkir at allir teir ljósasti grátónarnir skullu vera skínandi hvítir. Tað næsta stigið er at dragsa tann vinstra tríkantin móti høgru til vinstrakantin av fjallinum:
Soleiðis. Hetta merkir, at teir myrkasti litirnir skulu vera so myrkir sum gjørligt. Um tú vilt broyta meira, kanska tað er ov ljóst ella ov myrkt, royn so at flyta tann mittasta tríkantin. Hetta rópast Gamma.
Tá Levels funktiónin verður nýtt, er tað vanligt í programmum, at tú sært broytingar í myndini, so hvørt sum tú gert broytingar við músini. Tað er vanliga ein knøttur, sum letur teg velja, annahvørt um tú vilt síggja myndina, sum hon kemur at síggja út, ella myndina sum hon sá út áðrenn. Tann knøttur eitur Preview í summum forritum. Klikk nakrar ferðir á hendan knøtt fyri betri at kunna vurdera, um tað er hend ein betran, ella um gamla myndin skal varðveitast.
Klikk á OK ella Afbryd/Cancel, alt eftir um tú ert nøgdur við broytingina. Um tú kallar Levels fram aftur, sær tað soleiðis út:
Fjallið er vorðið strekt út. Myndin endar soleiðis:
Seinast broytt 7. sep. 2006