Á sumri 2006 og sumri 2007 var eg í Esbjerg. Harafturat var eg eisini í Esbjerg á jólum í 2006. Her eru kort yvir Danmark og myndir tiknar við mínari fartelefon. Hesin tekstur er á 3 síðum. Ein slóð stendur niðast á síðuni.
Hetta er eitt kort yvir Danmark frá Google Earth™
mapping service.
Eg koyri við bussi til Vágarnar. Flogfarið var seinkað og útsett til dagin
eftir. Troyttandi at bíða.
Bíði á flogvøllinum í Vágum.
Koyri í bili frá Billund lufthavn til Esbjerg.
Havin hjá mammu.
Havin.
Aaah, ein amerikaner ísur.
Eitt portrett av mær.
Havi verið í býnum at keypa inn.
Beiggi mín Henning var og vitjaði í Esbjerg, og hann hevði kettuna við líka frá Århus.
Eg vitjaði
eina geocache sum eitur "Mennesket ved havet".
Eg vitjaði eisini eina aðra geocache, sum eitur "Ådalen".
Har sær vakurt út við Ådalen.
Hetta er flogfarið, eg skal flúgva heim til Føroyar við.
Á veg heim bíði eg í Billund lufthavn. So fái eg at vita, at flogfarið er
seinkað og útsett til morgunin eftir kl. 06.00. So eg skal gista á hotell. Hetta
var í 2006
Vit koma til Vingsted hotel fyri at gista.
Vingsted um morgunin.
Endiliga koyri eg frá Vágunum móti Havnini í bussi.
Eg var eisini ein túr í Esbjerg á jólum 2006.
Jólatræið.
Kettan var har, sum so ofta
áður.
Henning skiftir eina peru.
Jólaaftan pakka vit gávur út.
Annan jóladag er veitsla í føroyingafelagnum í Esbjerg. Fólk koma higar av
longum leiðum.
Fýrverkarí gamalársaftan í Ishøj.